Um tú trýstir á “skeið” omanfyri, ella um tú fer longur niður á síðuna, kemur tú til yvirlit yvir øll okkara skeið. Um tú trýstir á gula feltið, kemur tú inn á hetta skeiðið,
har allir upplýsingar eru um skeiðið, og nær hvørt skeiði verður hildið. Her ber eisini til at melda seg til skeiðið við á trýsta á “tilmelding”.
Fyri at melda teg til skeið, skal tú fyrst innrita teg. Trýst á “innrita” ovast á síðuni. Skriva tín teldupost og loyniorð.
Hevur tú ongantíð gjørt hetta áður, so er tú ikki skrásettur í skipanini. Hetta má gerast fyrst.
Trýst á “skráset teg” og útfyll øll feltini og trýst á “skráset” niðast á skerminum, so gongur ein lítil løta og tú er innritaður.
Nú er klárt at velja skeið og melda til.
Tá hetta er avgreitt, fært tú ein teldupost, sum boðar frá at tú er tilmeldaður til skeið á Vinnuháskúlanum.
Vinnuháskúlin hevur nógv skeið at bjóða
Her finnur tú okkum