Vegleiðing.

Eyka vegleiðing:

Vinnuháskúlin hevur nú fingið nýggja heimasíðu, har tú kann melda teg til skeið, síggja hvørji skeið tú er meldaður til og hvørji skeið tú hevur tikið og síggja avrit av certifikatinum.

Yvirlit yvir øll okkara skeið:

Um tú trýstir á “skeið” ovast á síðuni, so kemur tú inn á øll skeið, sum vit kunnu bjóða, her er bert ein grundleggjandi tekstur um skeiðini, ynskir tú at vita meira um skeiðið, trýst á “gula feltið” og tú kemur inn á skeiðsætlanina fyri hetta skeiðið, her eru allar upplýsingar um skeiðið.

Um tú ynskir at melda teg til skeið:

Fyri at melda seg til skeið, skal tú hava skrásett teg sum brúkara í skipanini, hetta ger tú soleiðis: Trýst á “innrita” ovast á skerminum, tú kemur inn á nýggjan skerm, trýst so á “skráset teg” so kemur nýggjur skermur, her útfyllir tú øll feltini, tá hetta er liðugt, trýst “skráset” niðast á skerminum. Nú gongur ein løta og tú er innritaður og kann so fara at tilmelda teg til skeið á skipanini.

Melda til skeið:

Um tú ikki er innritaður, so vel “innrita” ovast á skerminum, skriva tín teldupsot í feltið og títt loyniorð í niðara feltið, trýst “innrita” og tú verður innritaður í skipanina. Hevur tú gloymt títt loyniorð, so trýst á feltið “Gloymt loyniorð” so fær tú loyniorðið sendandi til tín teldupost, sum tú hevur skrásett í skipanini. Far inn á skeiðsyvirlitið trýst “skeið” ovast á forsíðuni, vel tað skeiðið, sum tú ynskir, trýst á “gula feltið” her finnur tú allar upplýsingar um skeiðið. Trýst “Melda til” aftanfyri tað skeiðið sum tú ynskir at melda til og tú er nú skrásettur á skeiðið. Tú fær beinanvegin sendandi ein teldupost, sum boðar frá at tú er tilmeldaður til skeið á Vinnuháskúlanum.

Gjaldsháttir:

Vit hava valt at brúka tríggir gjaldsháttir, sum tú kann velja. Tá tú hevur melda teg til skeið, kemur skermur fram sum boðar frá um skeiðið, her skal tú so velja gjaldshátt Vinarliga les okkara gjaldstreytir, og treytir um avlýsingar o.l. sum er niðast á skerminum.

Við kortið:
Her velur tú at gjalda við kortið, tú skriva upplýsingar í feltið og góðkennir, so verður upphæddin flutt til okkara og tín tilmelding er endaliga góðkend, hetta fær tú teldupost um.

Við netbanka:
Her velur tú skjálvur at gjalda við tínum netbanka, hetta skal verða gjørt innan 4 dagar, annars verður tín tilmelding sktrikað og onnur fáa plássið. Tá vit hava fingið flyting tína frá netbankanum, senda vit tær eina váttan um, at tilmeldingin er endaliga góðkend.

Arbeiðsgevari er gjaldari:
Vit kunnu senda rokning fyri skeiðið, til virkir – reiðaríð o.l. , men vit senda IKKI rokning til privat:
Tú skal útfylla øll feltini um tín arbeiðsgevara, sum skal gjalda, telduposturin her er telduposturin hjá arbeiðsgevaranum.
Tá tú hevur skrásett og trýst á góðkent, er tilmeldingin skrásett.
Tú fær ein teldupost sendandi, sum boðar frá at tú er meldaður til skeið, men at tilmeldingin ikki er endalig fyrren tín arbeiðsgevari hevur váttað at hann vil gjalda.
Arbeiðsgevari tín fær eisini ein teldupost, har við biðja hann vátta okkum at teir vilja gjalda fyri hetta skeiðið hjá tær og upplýsa okkum hvør rætti gjaldarin er.
Tá vit hava fingið hetta, verður tín tilmelding endaliga góðkend.