SKEIÐ
LOÐSAR Dugnaskaparroynd
Grundskeið
Nóatún 2, Tórshavn
6.000
kr
4 Tímar
Nóatún 2, Tórshavn
6.000
kr
4 Tímar
Dugnaskaparroynd fyri ávísa havn.
Komandi skeið
| Dato | Kl. | Lut./á bíð. | Støða | |
|---|---|---|---|---|
| Eingi skeið eru hesa hálvuna | ||||
Kunning
Dugnaskapsroyndin fevnir um ein ástøðiligan og ein verkligan part.
Byrjað verður við ástøðiligu royndini, sum tekur uml. 1 tíma. Her leggur loðsurin fram ymiskar upplýsingar um ávísu havnina.
Spurningar í ástøðiligu royndini fevna m.a. um:
• Staðarnøvn
• Kortupplýsingar
• Innsiglingarljós og merkir
• Flóð og fjøru
• Dýpið
• Bryggjueginleikar
Staðbundnar vandar herundir:
• Veðurfrøðilig viðurskifti
• Streymviðurskifti
Síðani verður farið til verkliga partin, sum tekur umleið 3 tímar – við próvtøku.
Verkliga royndin, har loðsurin skal leggja eina sigling til rættis við atliti at m.a.:
• Skipinum (Loðskorti og samrøðu við
skipara)
• Møguligum sleipara
• Umhvørvinum (Sjókorti og
staðbundnum upplýsingum)
• Siglingarfrøðini (Sjókorti)
• Veðrinum (Veðurstovu)
• Streyminum (Streymkorti)
Loðsurin skal loðsa ymisk skip í ymiskum umstøðum, t.d.:
• Loðsurin loðsar skipið fyrstu ferð í ella
úr havn í dagsljósi og í góðum veðri.
• Loðsurin loðsar skipið aðru ferð í ella
úr havn í myrkri og í góðum veðri.
• Loðsurin loðsar skipið triðju ferð í ella
úr havn í vánaligum sýni í góðum
veðri.
• Loðsurin loðsar skipið fjórðu ferð í ella
úr havn í dagsljósi og í vindi.
• Loðsurin loðsar skipið fimtu ferð í ella
úr havn í dagsljósi og í vindi og
samskiftir við sleipara.
Loðsurin verður mettur út frá:
• Ástøðiligum førleika til at leggja
siglingina til rættis.
Verkligari fremjan av loðsingini við serligum atliti at:
• Kunnleika til staðbundin viðurskifti
• Handfaring av skipinum
• Samskifti við manning og onnur
viðkomandi
Loðsar
Loðsprógv
5 Ár