Ketilpassari
Grundskeið undir Krákugjógv 15, Tórshavn 9.100 kr 5 Dagar
STCW code AIII/1 við broytingum eftir Manilla 2010. Skeið fyri tey, sum arbeiða við ketlum umborð á skipi og á landi.
Komandi skeið
Dato Kl. Lut./á bíð. Støða
16.03.26-20.03.26 08.30 4/0 Opið Tilmelda >
Kunning

Skeiðið inniheldur m.a. hesi evni: • Gjøgnumgongd av ketilbygnaði, dampástøði, trygdarútgerð og royndum • Ketilvatn og roykroyndir • Gjøgnumgongd av kunngerð frá arbeiðseftirlitinum • Verkligar royndir við vatnáfylling, uppfýring og rakstur av dampketli

Skeið fyri tey, sum arbeiða við ketlum umborð á skipi og á landi.

18 ára aldursmark við skeiðslok. Arbeiðseftirlitið útskrivar prógvið. Í hesum sambandi krevst PASSMYND, sum luttakarin skal hava við.