Endurnýggjast áðrenn tað gongur út.
Ein kunngerð kemur, sum sigur
at øll certifikat, (undantikið Heilsuskeið), sum ganga út,
skulu endurnýggjast áðrenn útgongudagin . Um hetta
ikki verður gjørt, ber IKKI til at endurnýggja, men skal
takast av nýggjum t.v.s. ikki 1 dag men 3 dagar.
Er dagfestingin á skeiðunum "31-12-2019", so merkir hetta ikki at skeiðið byrjar tá, men at skeiðið BERT ER EFTIR TØRVI, ring til okkara og hoyr nær skeiðið verður. !!!
Vinnuháskúlin hevur nú fingið nýggja heimasíðu, har tú kann melda teg til skeið.
Um tú trýstir á “skeið” omanfyri, ella um tú fer longur niður á síðuna, kemur tú til yvirlit yvir øll okkara skeið, um tú trýstir á gula feltið, kemur tú inn á hetta skeiðið,
har allir upplýsingar eru um skeiðið, og nær hvørt skeiði verður hildið, her ber eisini til at melda seg til skeiðið við á trýsta á “tilmelding”.
Fyri at melda teg til skeið, skal tú fyrst innrita teg, trýst á “innrita” ovast á síðuni. Skriva tín teldupost og loynital.
Hevur tú ongantíð gjørt hetta áður, so er tú ikki skrásettur í skipanini. Hetta má gerast fyrst.
Trýst á “skráset teg” og útfyll øll feltini og trýst á “skráset” niðast á skerminum, so gongur ein lítil løta og tú er innritaður.
Nú er klárt at vejla skeið og melda til.
Tá hetta er avgreitt, fær tú ein teldupost, sum boðar frá at tú er tilmeldaður til skeið á Vinnuháskúlanum.
Vinnuháskúlin hevur nógv skeið at bjóða
Her finnur tú okkum